Heilsufrøðiliga Starvsstovan 50 ár

Heilsufrøðiliga Starvsstovan 50 ár
Tey byrjaðu við fýra starvsfólkum og í dag eru tey 54, tí krøvini og uppgávurnar hava rúgvað seg upp hesa hálvu øldina, HFS hevur virkað
 
27.10.2025 - 09:27

Tað byrjaði við tørvinum á at fáa kannað mat og vatn, og síðan eru uppgávurnar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni víðkaðar til at umfata alt frá matvørutrygd og alilógum til útflutning og djóravælferð.

- Eg gangi út frá at tann náttúrliga skepsisin eisini hevur verið til tá, tí fólk hava helst spurt um hetta nú var neyðugt, tí tað plagar at ganga, sigur Bárður Enni, stjóri á HSF.

Tað sum fyllir nógv í dag er sambandið við útheimin og tann útflutningur, sum føroyskir aktørar hava út í heim. Nógv lond hava stranga lóggávu á økinum og koma tí til Føroya at kanna eftir, um alt er sum tað skal vera her heima, og í hesum sambandi fær HFS nógv at gera.

Men alt snýr seg ikki um útflutning, tí tey halda eisini eygað við tí mati, sum vit eta her heima. Í hesum sambandi hava tey ment eina brá-skipan, har til ber at síggja, hvussu væl matstovur halda tær reglur, ið eru fyri slíkar. Hon er at finna á brá.fo.

1772333

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858