Atlantsflog er nú einsamalt á rutuni

Atlantsflog er nú einsamalt á rutuni
SAS, Icelandair og Widerøe eru givin, nú vetrarferðaætlanin er komin
Atlantic Airways er nú einsamalt á loftvegis rutunum til og úr Føroyum.
 
27.10.2025 - 09:49

Atlantic Airways er nú einsamalt um regluligan ferðafólkaflutning loftvegis til Føroya og úr Føroyum.

SAS, Icelandair og Widerøe eru givin, nú vetrarferðaætlanin er komin.

Tey trý útlendsku flogfeløgini fóru aftur undir regluliga flúgving til Føroya í vár.

Widerøe og Iclandair hava ikki RNP-skipanina, sum SAS og Atlantsflog brúka. 

RNP-skipanin ger tað møguligt hjá flogførum at seta seg í verri veðri enn annars.

Norska flogfelagið, Widerøe, hevur sagt, at tað umhugsar vetrarflúgving til Føroya, um tey fáa neyðugu útgerðina, sum loyvir teimum at brúka RNP-skipanina í flogførum sínum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576