Loysir seg at leggja orku í seyðin

Loysir seg at leggja orku í seyðin
Øssur Andreassen vann nógvar virðislønir til seyðasýningina í Kvívík, sum var 18. oktobur.
 
27.10.2025 - 09:39

- Um tú spyrt konuna, so fer kanska ov nógv tíð við seyðinum.

Tað sigur Øssur Andreassen, sum gongur høgt uppí seyðahald.

18. oktobur vann hann fleiri virðislønir til seyðasýningina, sum varð hildin í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum, uppi á Símunarbrekku í Kvívík.

Øssur átti besta haga - fyrsta, annað og triðja pláss í bólkinum penasta lamb umfrant penasta og næstpenasta eldri veðr.

- Seyðurin skal føðast væl inni um veturin, so hann er væl fyri, tá hann fer út. So royta vit eisini tíðliga, so teir fáa pena ull og annars bara sum heild at passa hann væl.

Soleiðis ljóðar uppskriftin hjá Øssuri Andreassen. í novembur verður landsseyðasýning, har seyðurin hjá Øssuri skal kappast millum aðrar vinnarar kring landið.

Øssur Andreassen var at hoyra í morgunsendingini mánamorgunin:

1772008

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360