Búnaðarstovan seldi alla ullina í Føroyum

Búnaðarstovan seldi alla ullina í Føroyum
Talan er um tilsamans 33 tons. Treytað av játtan á fíggjarlógini tekur Búnaðarstovan aftur móti ull næsta ár
Búnaðarstovan seldi alla ullina, sum hon tók ímóti í ár, til ein keypara í Føroyum. Talan er um tilsamans 33 tons.
 
30.10.2025 - 11:45

Búnaðarstovan fekk selt alla ullina, sum var til sølu í ár, til ein keypara í Føroyum.

Búnaðastovan vil ikki upplýsa prísin, men hann var nøktandi, verður sagt haðani.

Talan er um 33 tons.

Í fyrsta flokki var ull í seks náttúrulitum, okkurt um 27 tons.

Í øðrum flokki var ull, sum ikki er skild í litir, okkurt um um seks tons.

Ullin var seld í ballum, sum hvør vigar 250 kg.

 

Ullarmóttøkan. (Savnsmynd)

 

 

Taka ímóti aftur næsta ár

Treytað av, at játtan er í fíggjarlógini tekur Búnaðarstovan aftur móti ull næsta ár.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2026 eru 492.000 kr. til útreiðslur.

Roknað verður við, at ullin verður seld fyri 300.000 kr.

Tað eru inntøkurnar.

Stuðulin er tí 192.000 kr.

Hetta eru somu tøl sum í ár.

Royndirnar undanfarin ár eru, sigur landsstýrið, at útreiðslurnar av ullarmóttøkuni eru størri enn inntøkurnar frá ullarsøluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254