Líggjas aftur danskur juniormeistari

Líggjas aftur danskur juniormeistari
Líggjas Joensen endurvann í gjár danska meistaraheitið fyri juniorar í 800 metur frí á svimjistevnu í Gladsaxe
 
31.10.2025 - 10:06

Líggjas Joensen endurvann í gjár danska juniormeistaraheitið í 800 metur frí á svimjistevnu, sum er í Gladsaxe í hesum døgum, skrivar svimjing.com.

Svimjarin, sum hevur umboðað Aalborg Svømmeklub, síðan hann flutti til Danmarkar, vann sannførandi, tá ið hann í skjótasta riðli svam seg til tíðina 7:56.77 frammanfyri Mathias Hald (7:59.91) og Carl August Scheel (8:10.27).

Líggjas Joensen var frammanfyri við fimm sekundum, tá fyrstu 400 metrarnir vóru farnir afturum, men seinna helmingin minkaði munurin niður í trý sekund. Sigurin kom kortini ongantíð í vanda.

Besta tíð hjá Líggjasi Joensen í 800 frí er tilmeldingartíðin frá somu stevnu í fjør, sum var 7:55.67. Ta ferðina vann hann eisini kappingina. 

Føroyska metið í 800 metur frí eigur Pál Joensen. Hann svam 7:45.55 í Kina í 2011.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558