Plastdálking á Eiði

Plastdálking á Eiði
Eiðis kommuna skal hava eftirlit við plastdálking frá fyritøkuni KJ og samstundis fær Eiðis kommuna inntøkur frá KJ
31.10.2025 - 21:35

Tað eru meir enn 24 ár síðani at fyritøkan KJ byrjaði sína framleiðslu av aliringum á kaiini á Eiði. Eingin Umhvørvisgóðkenning krevst, tí plastdálking er ikki fevnd av lógini um serligt dálkandi virksemi í umhvørvisverndarlógini. Hetta merkir, at tað er staðbundna kommunan, sum skal hava eftirlit við virkseminum og tað kann verða ein trupulleiki, tí Eiðis kommuna fær árliga eina góða hálva millión krónur í inntøkum frá virkseminum hjá KJ. 

Jóannes Norðberg Egilstrøð hevur í fleiri ár gjørt vart við trupulleikan við plastdálking á Eiði og víst á, at brúk er fyri einum óheftum myndugleika. 

Borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, metir ikki tað er ein trupulleiki, at kommunan er eftirlitsmyndugleiki hjá KJ samstundis sum kommunan fær eina góða inntøku frá KJ.

 

 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114