Undirtøka at broyta próvtalsstigan í Føroyum

Undirtøka at broyta próvtalsstigan í Føroyum
Núverandi próvtalsstigin verður eftir øllum at døma skiftur út í Danmark í næstum. Hetta taka næmingar á Glasi undir við at gera í Føroyum.
06.11.2025 - 19:25

Í dag hevði danska stjórnin tíðindafund um tann nýggja próvtalsstigan, sum tey ætla at skifta út við próvtalsstigan, sum man brúkar í dag. Tað var m.a. barna- og undirvísingarmálaráðharrin Matthias Tesfaye, sum boðaði frá, at frá 2030 kemur nýggi próvtalsstigin í gildi.

Próvtalsstigarnir

7-tals próvstalsstigin kom í gildi í 2008 í Danmark og í Føroyum 2013. Atfinningar hava allatíð verið um tann próvtalsstigan. Niðasta próvtal var -03 og tað hægsta 12, so gamla 13 talið varð vekk. Úgangsstøðið var, at øll høvdu 12, og so arbeiddi man seg niðureftir. Botnurin var sera lágur, og lopini vóru stór, millum annað frá 4 til 7 og 7 til 10. Hesin próvtalsstigin er enn í gildi í Føroyum. Nýggi danski próvtalsstigin byrjar á 0 og heldur fram við 1, 2, 4, 6, 8, 10 og endar ár 12. Tó ber til at fáa eina stjørnu á 12 talið, men hetta er mest sum eitt herðaklapp og sæðst ikki aftur í miðaltalinum.

Undirtøka á Glasi

Vit vóru framvið á Glasi og spurdu næmingar og lærarar um, hvat tey hildu um nýggja danska próvtalsstigan. Tey vóru samd um, at tað hevði verið eitt gott hugskot at gjørt tað sama í Føroyum. So hevði -03 blivið vekk, sum tey halda er eitt grovt próvtal at fáa. Lopini millum 4 til 7 og 7 og 10 høvdu eisini horvið, og tí kundi próvtølini blivið meira nágreinilig. Næmingarnir hildu, at tað er stórur munur á einum "lítlum" 4 talið og "stórum" 7 talið - men kortini er bara eitt próvtal á muni. 

Eyðstein Simonsen, lærari og útbúgvingarleiðari á Glasi heldur eisini, at tankin handan nýggjan próvtalsstigan er góður. Hann heldur tó at tað er kortsíðani, at 7 talsstigin kom í gildi, og at man kundi givið honum ein møguleika at royna seg í nøkur ár aftrat. 

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum hevur leingi ynskt at broyta próvtalsstigan, men tað hevur verið neyðugt at bíða, tí donsku og føroyski próvtalsstigarnir skulu kunna samanberast.

Hann heldur at danska uppskotið er gott og væl úr hondum greitt. Hann væntar at um man broytir próvtalsstigan í Føroyum, hevði hann líkst tí nýggja danska sera nógv. Landsstýrismaðurin nær ikki at broyta nógv sjálvur, tí hann missir landsstýrissessin 1. desember vegna politisku umskipanina, men uppskotið er tó kærkomið. Hann fer at gera sín part, har hann verður. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114