Kennir einki til nakra bót

Kennir einki til nakra bót
Stjórin í Sjóvinnustýrinum kennir einki til, at ein bót á 1.000 krónur varð umrødd í samskifti millum Strandferðsluna og Sjóvinnustýrið hin 5. oktober
06.11.2025 - 19:24

Tveir dagar áðrenn Sjóvinnustýrið hin 7. oktober fór undir at kanna málið um opna hekkuportrið umborð á Galaxy hin 1. september, ringdi rakstrarleiðarin á Strandferðsluni til deildarleiðarin á sýnsdeildini í Sjóvinnustýrinum.

Sambært telefon-notati frá Strandferðsluni, metti deildarleiðarin á sýnsdeildini, at málið hevði givið 1.000 krónur í sekt.

Tad vísir eitt notat frá Strandferðsluni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í frá Fiskimálaráðnum.

Men stjórin í Sjóvinnustýrinum kann ikki vátta, at nøkur møgulig bót varð umrødd í telefonsamrøðuni millum Niels J. Nielsen, rakstrarleiðara á Strandferðsluni, og deildarleiðaran á sýnsdeildini í Sjóvinnustýrinum hin 5. oktober.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179