Ungur sandingur vann evropeiska kokkakapping

Ungur sandingur vann evropeiska kokkakapping
Lassi Havsteinsson Klein, sum er í kokkalæru á Søllerød Kro, vann í síðstu viku evropeisku kappingina Jeunes Talents Escoffier-kappingina fyri ungar kokkar
 
09.11.2025 - 19:33

Í april næsta ár skal ungi sandingurin, Lassi Havsteinsson Klein, umboða Evropa í einari heimsumfatandi kapping fyri ungar kokkar, kallað Jeunes Talents Escoffier.

Síðst í oktober kappaðist hann í London, og í apríl skal hann til París at kappast ímóti átta øðrum kokkum frá restini av heiminum um heitið sum heimsins besti á sínum øki.

Talan er um eina klassiska kapping, og tí høvdu kokkarnir bara tær mest basalu rávørurnar, sigur Lassi Havsteinsson Klein, tá hann greiðir frá rættinum. Og rætturin var væl samansettur, tí tá dómararnir høvdu mett um uppgávuna, hevði hann vunnið kappingina.

Lassi Havsteinsson Klein er í kokkalæru á Søllerød Kro, sum er ein av teimum kendastu donsku matstovunum.

Ungi kokkasnillingurin av Sandi viðurkennir, at tað kann hava stóran týdning at vinna eina slíka kapping, kanska serliga nú lærutíðin nærkast endanum.

Trýst á leinkið og hoyr innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 18.

1775321


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926

Meira um sama evni