- Tíðindi, mentan og ítróttur
14 dagar í varðhaldi fyri innbrot
14 dagar í varðhaldi fyri innbrot
Vakmyndatól søgdu politinum, at tvey fólk, maður og kvinna, framdu innbrot, men kvinnan var latin leys

10.11.2025 - 08:43
Leygardagin fekk ein maður 14 dagar í varðhaldinum.
Hann er skuldsettur fyri innbrot.
Grundlógaravhoyringin var leygardagin.
Talan er um tvey innbrot í miðbýnum í Havn fríggjanáttina.
Kvinnan latin leys
Vakmyndatól søgdu politinum, at tvey fólk, maður og kvinna, framdu innbrotini.
Tey vóru tikin, men kvinnan var latin leys aftur.
Kanningar vístu, at kanska hevur maðurin okkurt annað brot á samvitskuni.
Tí var gjørt av at biðja Føroya rætt varðhaldsfongsla mannin.
Tað gjørdi rætturin. Maðurin fekk 14 dagar í varðhaldi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV
























