Hanus koyrdi til Kroatia

Hanus koyrdi til Kroatia
Hanus Sørensen var ikki á ferðini úr Føroyum til Kroatia. Hinvegin koyrdi hann úr Slovenia, har hann spælir. Tað skuldi verða í einum flottum Mercedes, men so bleiv ikki
Ragnar A. Jacobsen/KVF
Hanus Sørensen til venjing í dag
12.11.2025 - 19:28

Føroyska manslandsliðið í fótbólti skal fríggjakvøldið spæla fyri einum evarska lítlum møguleika, at koma til HM-endaspælið í Norðuramerika komandi summar. Føroyar skulu á útivølli vinna á Kroatia, meðan Gibraltar skal fáa í minsta lagi javnleik í dystinum móti Kekkia.

Føroyska ferðalagið fór úr Føroyum mánamorgunin og gisti í Danmark, áðrenn flogið var úr Kastrup til Zagreb í Kroatia týsmorgunin. Síðani bleiv koyrt til Rijeka, har dysturin verður spældur. Ein spælari var tó ikki við á ferðini.

Hanus Sørensen spælir við NK Triglav í Sloivenia. Hann og landsliðsvenjarin avráddu, at føroyski landsliðsspælarin skuldi koma beinleiðis úr Slovenia til Rijeka. Ein biltúrur upp á hálvan annan tíma. Hann ætlaði at koyra í einum flottum Mercedes-Benz, men endaði í einum lítlum gomlum Toyota Yaris.

- Har var ein sølumaður hjá bilútleigaranum, sum royndi at selja mær allar møguligar tryggingar. Tað tímdi eg ikki og eg eri lítillátin, so eg kann gott seta meg í ein lítlan Toyota Yaris, fortelur Hanus Sørensen brosandi.

 

Stríðist við trælær

Miðvallarin vandi ikki við í gjár, men var við í venjingini í dag. Hann hevur havt eina blóðsamling í lærinum, sum hann fekk í dysti farna vikuskifti. Hann er sannførdur um, at hann verður tøkur til fríggjadagin.

- Eg havi eitt trælær og lærið hevur verið hovið. Eg havi tosað við lækna og fysioterapeut. Vit hava saman við Magna Mohr avrátt, at eg skal taka tað róligt og byggja lærið upp, so eg eri hundrað prosent fríggjakvøldið, sigur Hanus Sørensen.

Hann spælir í løtuni við NK Triglav í næstbestu deildini í Slovenia, men kundi hugsað sær at komið víðari. Enn er einki flytingarvindeyga opið og landsliðsspælarin kannar nú sínar møguleikar. Eitt gott avrik fríggjakvøldið kann gera, at Hanus Sørensen fær fleiri møguleikar. Dysturin verður fríggjakvøldið og Kringvarpið vísur dystin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672