Breddin: Koronufarsóttin og fólkaræðið

Breddin: Koronufarsóttin og fólkaræðið
Í sendingini verður farið í dýpdina við hótta fólkaræðinum í løgtinginum undir koronufarsóttini og um tøgnina, sum hevur verið um trýstið á fólkaræðið, eisini eftir farsóttina
Johan Dahl og Rógvi Olavson vera í Breddanum fyrrapartin.
 
14.11.2025 - 09:32

Koronufarsóttin legði trýst á fólkaræðið.

Í nýggjari bók verður lýst, hvussu demokratiski rætturin hjá okkara evsta valdi var brotin undir koronufarsóttini inni í sjálvum løgtinginum.

Har vóru hjálparpakkar samtyktir, sum kostaðu skattaborgarunum nógvar milliónir krónur, uttan at løgtingsfólk sluppu at viðgera málini.  

Beinta Løwe hevur skrivað bókina, sum m.a. vísir á týdningin at viðgera brot á fólkaræðið undir koronufarsóttini, so tað ikki gerst ein siðvenja at skúgva fólkaræðið til viks. tá kreppustøður eru.

Í Breddanum í dag fara vit í dýpdina við hótta fólkaræðinum í løgtinginum undir koronufarsóttini, og vit tosa m.a. um tøgnina, sum hevur valdað um trýstið á fólkaræðið, bæði undir farsóttini og síðani.

Tveir gestir vera í útvarpsstovuni - Rógvi Olavson, sum skrivar ph.d um farsóttina, og Johan Dahl, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, sum sat í formansskapinum í løgtinginum undir koronufarsóttini.

Breddin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595