Maður deyður í haganum

Maður deyður í haganum
Stór leiting hevur verið í haganum omanfyri Signabø í nátt.
 
15.11.2025 - 10:03

Í gjárskvøldi klokkan trý-korter til níggju, fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður ikki var komin aftur av haruveiðu.

Hann var farin einsamallur í hagan omanfyri Signabø. Fólk vóru stúrin um mannin, og ein leiting bleiv tí beinanvegin sett í verk. 

Bæði hundar, tyrla, dronur, bjargingarbátur og staðkend fólk vóru við í leitingini. 

Maðurin var funnin lívleysur umleið klokkan hálvgum fýra í nátt, tá hundarnir hjá løgregluni komu fram á hann.

Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrluni, men tá var staðfest, at hann var deyður.

Avvarðandi eru kunnað um hendingina. 

Enn er ógreitt, júst hvat er hent, men løgreglan fer nú at kanna málið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040