Bert 16 prosent ynskja at lesa víðari í Føroyum

Bert 16 prosent ynskja at lesa víðari í Føroyum
"Tølini eru so álvarsom," staðfestir Finn Jensen dekanur á Hægri Námi á Glasi, nú kanning hjá stovninum staðfestir, at bert 16 prosent av teimum ungu ynskja at lesa í Føroyum
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.11.2025 - 16:31

Á Markleysari Útbúgving í Norðurlandahúsinum í hesi vikuni gjørdi Hægri Nám á Glasi árligu kanningina millum miðnámsskúlanæmingar á seinasta ári, hvar tey ætla sær at lesa víðari.

Yvir 500 næmingar ganga á seinasta ári á miðnámi, og 236 svaraðu spurninginum: 

”Hvar ynskir tú at taka tína útbúgving?”

Einans 16 prosent av teimum spurdu søgdu Føroyar.

 

83 prosent ætlar sær av landinum

Hetta kunngerð Glasir í tíðindaskrivi á heimasíðuni.

Eitt prosent av teimum, sum svaraðu í árganginum, ætlar sær ikki nakra hægri útbúgving.

Men restin av teimum spurdu, 83 prosent, ætla sær av landinum, og nógv tey flestu, 68 prosent, til Danmarkar.

 

Tølini ongantíð verið verri

Til samanberingar svaraðu 40 prosent í 2017, at tey vildu lesa víðari í Føroyum og 36 prosent í Danmark

Tølini eru verri enn tey nakrantíð hava verið, ásannar Finn Jensen, dekanur á Hægri Námi á Glasi.

"Tølini eru so álvarsom, at vit áttu at kanna orsøkirnar nærri til, at øll ynskja at flyta av landinum og serliga til Danmark. Tað vísir seg, at øll ynskja at flyta uttan mun til, hvørja útbúgving tey vilja taka, og nær tey ætla at taka hana. Tað bendir á, at fólk meira hugsa um at sleppa burtur, enn hvat tey ætla sær at læra og nær."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655