Stígur í grøna orkuskiftinum

Stígur í grøna orkuskiftinum
Við elveitingarlógini skuldi ferð setast á grøna orkuskiftið og vit skuldu fáa bíligari grønan streym, men stígur er komin í ætlaða grøna orkuskiftið
20.11.2025 - 19:24

Elveitingarlógin, sum var samtykt á vári í fjør, skuldi eftir ætlan skunda undir grøna orkuskiftið.

Ein liður í lógini var, at SEV skuldi fyrireika eina prísskipan, sum kann bjóða bíligari streym, tá ið lítið ella eingin olja verður brúkt.

Eftir ætlan skuldi ein vindmyllulund vera á Klivaløkshaga í Sandoynni. Verkætlanin er tó seinkað í minsta lagi í eitt ár.

Men SEV hevur bygt út og gjørt íløgur í koblings- og battarístøðir, sum skulu taka ímóti vindorku. Til samans hevur SEV brúkt á leið 700 mió. krónur til endamálið.

Á Sandi eru 242 mió. krónur brúktar til eina koblings- og battarístøð til fánýtis, tí vindmyllurnar eru ikki komnar upp.

Eisini var ætlanin, at privat feløg skuldu fáa møguleika at selja streym beinleiðis til brúkarar. Bakkafrost skuldi standa fyri einari vindmyllulund á Lambavík, men verkætlanin er stegðað upp.

Vindmyllurnar lata bíða eftir sær. Og tað bendir á, at SEV fer at hækka el-prísin í morgin, tá ið SEV hevur eykaaðalfund.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987