- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kreppuárini miklu

Heimskreppurnar í 1930-árunum merkjast eisini í Føroyum. Fleiri fyritøkir fara á húsagang, lønirnar eru lágar og arbeiðsgevarar nokta arbeiðsfólki at fáa lønina í hondina.
Harumframt er lønarlagið um landið ymiskt, samstundis sum stórur munur er á lønarlagnum hjá monnum og kvinnum.
Men tríatiárini eru eisini eitt tíggjuáraskeið, har ið arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufeløgini - og ikki uttan orsøk, gerast fleiri og fleiri.
Orrustunar millum arbeiðsgevararnar og fagfeløgini eru eisini fleiri, eitt nú krevur J. F. Kjølbro lønarniðurskurð, samstundis sum fagfeløgini vilja hava kontanta avrokning heldur enn kontrabók og blikkpengar. Millum annað hetta verður greitt frá í sendingini.

Kreppuárini miklu
Kreppuárini miklu er stuttrøð í seks pørtum, sum viðger 1930-árini í bæði útlendskum og føroyskum høpi. Politiska støðan, tónleikur, list og bókmentir í tíðarskeiðnum eru millum evnini, ið verða lýst.
Gunnar Nolsøe leggur til rættis.
