Bilar stoyttu saman í Kollafirði

Bilar stoyttu saman í Kollafirði
Trý fólk fóru á sjúkrahúsið til kanningar, sigur vakthavandi á politistøðini.
 
22.11.2025 - 09:55


Eitt ferðsluóhapp hendi í Kollafirði klokkan seks í gjárkvøldið, tá ið tveir bilar stoyttu saman.

Trý fólk fóru á sjúkrahúsið til kanningar, sigur vakthavandi á politistøðini.

Eingin er skuldsettur. Og enn veit politiið ikki at siga við vissu, hvat hendi, og málið verður kannað nærri.

Eitt vitni sá hendingina, og skal avhoyrast.

Annars hevur náttin verið friðarlig, upplýsir vakthavandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325