Roskilde hevur avdúkað fyrstu nøvnini

Roskilde hevur avdúkað fyrstu nøvnini
Hesa vikuna hevur Roskilde Festivalurin avdúkað tey allar fyrstu nøvnini til komandi festivalin. Av teimum 9 nøvnunum kunnu m.a. nevnast MØ, Pusha T og Trentemøller.
06.12.2013 - 10:15

Mánadagin vórðu fyrstu nøvnini til komandi Roskilde Festival kunngjørd. Eftirfylgjandi eru fleiri nøvn blivin almannakunngjørd gjøgnum vikuna, og í dag fingu vit síðstu tvey nøvnini hesa vikuna at vita.

 

Tað allar fyrsta navnið var unga danska MØ. Hon hevur av álvara gjørt vart við seg seinasta árið og hevur inntikið donsku tónleikasenuna. Hon var eisini á Roskilde í fjør sum ”upcoming artist”, og í gjár vann hon Gaffaprísin sum ársins songkvinna og ársins nýggja navn.

 

Sama mánadagin vórðu tvey onnur nøvn eisini avdúkað, og tey vóru indie rockbólkurin Deerhunter og trioin Haim.

 

Týsdagin komu tveir aðrir bólkar á skránna afturat. Hesir bólkar spæla heilt øðrvísi tónleik enn teir fyrrnevndu. Talan er um tveir tungmálmsbólkar, nevnliga Carcass og Nails.

 

So mikudagin komu tvey relativ stór nøvn úr posanum eisini. Vælkendi hip-hop bólkurin Dilated Peoples er eitt teirra. Teir eru mest kendir fyri teirra hitt ”Worst Comes To Worst”. Facebook vangamyndin hjá Roskilde lýsir teir soleiðis: ”It’s such a pleasure to welcome hip hop heroes Dilated Peoples to Roskilde 2014”. Seinni á degnum varð rapparin Pusha T eisini avdúkaður.

 

Í dag vórðu síðstu nøvnini hesa vikuna avdúkað. Fyrra navnið er Cyril Hahn, sum er ein canadiskur plátuvendari. Seinna navnið, sum varð kunngjørt fyri lítlum tíma síðani, er danski plátuvendarin Trentemøller. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.