Fyrrverandi kvinnulandsliðsvenjari hjá Kina skal venja NSÍ

Fyrrverandi kvinnulandsliðsvenjari hjá Kina skal venja NSÍ
NSÍ hevur kunngjørt, at 52 ára gamla íslendingurin Sigurður Ragnar Eyjólfsson, ið hevur verið kvinnulandsliðsvenjari í bæði Íslandi og Kina, er nýggjur venjari hjá mansliðnum
Karstin Joensen, formaður í NSÍ, saman við nýggja venjaranum hjá mansliðnum, 52 ára gamli Sigurður Ragnar Eyjólfssonnum vanliga nevndur Siggi Raggi
Mynd: NSÍ á Facebook  
 
01.12.2025 - 20:57

Sigurður Ragnar Eyjólfsson er nokk ikki eitt navn, ið sigur føroyskum fótbóltsfjepparum serliga nógv.

Heldur ikki um vit brúka hansara kelinøvn Siggi Raggi. 

Men tað fer navnið, tí íslendingurin er nýggjur høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum hjá NSÍ.

NSÍ hevur júst kunngjørt, at felagið hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við Sigurður Ragnar Eyjólfsson.

 

Litríka yrkisleið

Sigurður Ragnar Eyjólfsson er 52 ára gamal og ættaður úr Reykjavík. 

Hann hevur havt eina rættiliga litríka yrkisleið sum bæði fótbóltsspælari og venjari. 

Upprunaliga var Sigurður Ragnar Eyjólfsson tankcenterforward, 1,90 metur høgur áleypari, í íslendskum feløgunum KR, Víkingi, Þrótti og ÍA.

So var hann var eitt lítið legg í Walsall og Chester City í Onglandi og í KRC Harelbeke í Belgia, áðrenn leiðin gekk aftur til íslendskan fótbólt.

 

Landsliðsvenjarin hjá Kina

Tað er tó serliga sum venjari, at Sigurður Ragnar Eyjólfsson hevur verið eitt sindur víða um. 

Sigurður Ragnar Eyjólfsson byrjar sítt venjarayrki í 2006 sum venjari hjá íslendska kvinnulandsliðnum, og hann var venjari hjá íslendsku kvinnunum fram til 2013.

Í 2014 venur hann menninar hjá ÍBV, áðrenn leiðin gongur til Lillestrøm í Noregi, har hann er hjálparvenjari frá 2014-2016. 

So er tað, at tað blivur ordiliga áhugavert, tí í 2017 endar Sigurður Ragnar Eyjólfsson sum venjarin í Kina av øllum støðum. Fyrst verður hann venjari hjá kvinnunum í felagnum Jiangsu Suning, áðrenn hann endar sum landsliðsvenjari hjá kinversku kvinnunum frá 2017 til 2018. 

Í 2020 er hann tó aftur venjari í heimlandinum, tá hann gerst venjari hjá monnum hjá Keflavík, har hann er fram til 2023.

Og nú skal Sigurður Ragnar Eyjólfsson royna at flyta NSÍ av triðja plássinum í ár upp á ovastu rók, ið nokk er málið við at skifta venjara. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. desember
Vikuskiftið 5 des 2025
201100
Fríggjadag 5. desember
LEITISSTEIN 05.12.2025 (Steintór Rasmussen)
201090
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Fríggjadag 5. desember
Morgunlestur fríggjadagur 5.desember 2025
200250
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039