Sambýlið skal í mesta lagi kosta 115 milliónir

Sambýlið skal í mesta lagi kosta 115 milliónir
24 íbúðir vera í sambýlinum til vaksin við autismu, sum skal byggjast á Argjum
Sambýlið við Rygsá verður til fólk, sum hava miðal til tungan tørv.
 
04.12.2025 - 08:28

Sambýlið til vaksin við autismu við Rygsá á Argjum skal í mesta lagi kosta 115 mió. kr.

Tað stendur í uppskoti, sum er komið í løgtingið.

24 íbúðir vera í sambýlinum, sum verður 2.090 fermetrar.

Bygt verður í fýra eindum, seks íbúðir í hvørji eind. 

 

Íbúðir til fólk við serligum tørvi

Tvær íbúðir vera í hvørji eind til fólk, sum hava heilt serligan tørv fyri verju móti óljóði og órógv.

Hinar 16 íbúðirnar vera vanliga vardar íbúðir. 

Í øllum eindum er atgongd til felagshøli og felagskøk.

 

Byggiloyvið er fingið

Grundøkið, 9.250 fermetrar, er keypt frá Tórshavnar kommunu, og byggiloyvið er fingið.

Sambýlið við Rygsá verður til fólk, sum hava miðal til tungan tørv.

Meginparturin krevur støðugan stuðul og umsorgan alt samdøgrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011