Bara grindalógin skal galda fyri grindadráp

Bara grindalógin skal galda fyri grindadráp
Tingmenn í andstøðu og samgongu hava lagt uppskot til samtyktar fyri tingið
Grindalógin skal galda fyri grindadráp, siga tingmenninir, sum hava lagt uppskotið fram.
 
05.12.2025 - 07:56

Nakrir tingmenn, bæði í samgongu og í andstøðu, lata ikki orðini hjá Jóhan Christiansen, fyrrverandi landsstýrismanni, fara aftur við borðinum.

Hann segði fyrr í vikuni, at verður niðurstøðan hjá dómsvaldinum, at lógin um djóravælferð gongur fram um grindalógina, er vert at umhugsa at broyta lógina um djóravælferð, so tað verður greitt, at hon ikki er galdandi fyri grindadráp.

Tað segði hann í sambandi við, at sýslumaður og grindamenn eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð í einum grindadrápi í Hvannasundi í summar.

Nú hava Jacob Vestergaard, Høgni Hoydal, Jóhannis Joensen, Bárður á Steig Nielsen, Karlot Hergeirsson og Steffan Klein Poulsen uppskot til samtyktar, sum teir kalla at verja rættin at veiða villini djór.

Teir biðja landsstýrið broyta lóggávuna soleiðis, at bara grindalógin er galdandi fyri grindadráp.

Brot skulu viðgerast sambært grindalógini, siga tingmenninir.

Les uppskotið her. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762