Inntøkurnar hjá landskassanum minka

Inntøkurnar hjá landskassanum minka
Inntøkurnar hjá landskassanum næsta ár vera 46 milliónir krónur minni enn met var, tá uppskotið um fíggjarlóg fyri 2026 kom í løgtingið 30. september
Færri seðlar koma í landskassan.
 
08.12.2025 - 05:40

Inntøkurnar hjá landskassanum næsta ár vera 46 milliónir krónur minni enn met var, tá uppskotið um fíggjarlóg fyri 2026 kom í løgtingið 30. september.

Tað siga nýggjastu tølini, sum fíggjarnevndin hevur fingið úr Fíggjarmálaráðnum.

Landsskatturin verður 25 milliónir minni, og meirvirðisgjaldið verður eisini 25 milliónir minni, sigur metingin, sum nú er gjørd.

Avgjald á fiskitilfeingi verður 23 milliónir minni, men loyvisgjaldið hjá alivinnuni verður fýra milliónir størri.

Landskassin fær 12 milliónir meira frá feløgum og grunnum, sum landið eigur ella eigur í.

Millum annað er størri vinningsbýti væntað frá Føroya tele.

Og 10 milliónir meira vera endurrindaðar fyri keypsmvg.

Minni kvotur

Landsskatturin minkar, tí uppisjóvarkvoturnar, serliga makrelkvotan, minka næsta ár.

Tí fara hýrurnar at vera minni í 2026. 

Fíggjarmálaráðið væntar tó, at nakað verður fingið inn aftur við, at fiskimenn fara at fáast við annað løngevandi arbeiði. 

Gongdin í ár ger, at Fíggjarmálaráðið nú væntar minni meirvirðisgjald næsta ár enn tað gjørdi, tá uppskotið um fíggjarlóg var gjørt.

Loyvisgjaldið gevur meira, tí tøkan er mett at vera størri.

Avgjaldið fyri fiskatilfeingi verður minni, tí minni kemur frá svartkjafti og makreli.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655