60 dagar í villmarkini

60 dagar í villmarkini
Herfyri var Kristian Stórhamar saman við 11 øðrum føroyingum á serligari arbeiðsferð í Grønlandi
 
08.12.2025 - 13:06

60 dagar í villmarkini.

Soleiðis kunnu vikurnar í august og september best lýsast, tá Kristian Stórhamar saman við 11 øðrum føroyingum var í heldur øðrvísi arbeiðsørindum fyri KSMS í Grønlandi.

Talan var um at gera tvær heldur avbjóðandi verkætlanir við kjarnuboringum.

Tað eina arbeiðið gekk fyri seg í fjøllunum innan fyri Qasigiannguit, har jarðfrøðiligar kanningar skuldu gerast fyri Nunagreen, ið skal byggja vatnorkuverk. 

Hitt arbeiðið var fyri Ministry of Mineral Resources, og tann boringin bleiv gjørd á Nipisat úti á Diskooynni. Her var endamálið at kanna, um til ber at lagra Co2 í undirgrundini.

Tilsamans 25 menn úr 10 ymiskum londum vóru við í verkætlanini at gera arbeiðini

Tað serstaka var, at umstøðurnar vóru heldur primitivar, tí arbeiðini skuldu gerast á støðum, sum vóru rættiliga avsíðis.

- Vit máttu gera okkum eina tjaldlegu, sova í soviposa, gera mat á blussi og í roynd og veru liva sum skótar, sigur Kristian Stórhamar.

Nógvir kilometrar vóru til nærmasta bý og til vanligar hentleikar, og tað gav eisini avbjóðingar.

- Arbeiðsdagarnir bjóðaðu upp á nógvar forðingar og tekniskar avbjóðingar, men vit funnu altíð onkra loysn, sigur Kristian Stórhamar, og vísir millum annað á, at øll útgerð og amboð mátti fraktast við tyrlu ella prámi út á arbeiðsstaðin.

Í morgunsendingini greiðir Kristian Stórhamar frá serligu arbeiðsupplivingini í Grønlandi.

1780242

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162