Ango og Varðin sleppa at yvirtaka ognir hjá Vørustíggi

Ango og Varðin sleppa at yvirtaka ognir hjá Vørustíggi
Kappingareftirlitið hevur góðkent at Ango og Varðin yvirtaka ávísar ognir hjá smápartafelagnum Vørustíggi og trolaran Eysturbúgvan
Mynd: Savn.  
 
13.12.2025 - 10:07

Kappingareftirlitið hevur góðkent at Ango og Varðin yvirtaka ávísar ognir hjá smápartafelagnum Vørustíggi og trolaran Eysturbúgvan.

Vørustíggjur hevur gjørt av at gevast.

Kappingareftirlitið hevur nú góðkent at Ango yvirtekur 812 tons av makreli og 339 tons av sild.

Smápartafelagið Ango rekur uppsjóvarfiskiskap og eigur uppsjóvarskipið Ango.

Partafelagið Varðin hevur fingið loyvið at yvirtaka nakrar aðrar ognir hjá Vørðustíggi.

Kappingareftirlitið hevur góðkent at Varðin yvirtekur Eysturbúgvan, fiskidagar til botnfiskaveiðu og gulllaksakvotu.

Yvirtøkan verður umvegis dótturfeløgini hjá Varaðnum, Gulenni og Skipafelagið 1.

Gulenni yvirtekur gullaksakvotuna, Skipafelagið 1 yvirtekur Eysturbúgvan og fiskidagarnar hjá honum.

Gulenni eigur uppsjóvarskipið Tummas T.

Skipafelagið 1 eigur ísfiskatrolararnar Heyk og Stelk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011