Eina ferð prestur, altíð prestur

Eina ferð prestur, altíð prestur
- Starvið hevur verið ein lívsstílur, sigur Uni Næs, sum 1. februar 2026 fer frá sum sóknarprestur
 
17.12.2025 - 09:21

Sunnudagin 14. desember var fráfaringargudstænasta í Havnar kirkju, tí 1. februar 2026 fer Uni Næs frá sum sóknarprestur.

Fyri Una Næs hevur prestastarvið verið meir enn bara eitt arbeiði.

- Eg haldi, at mann gott kann siga, at hetta hevur verið ein lívsstílur. Tað havi eg eisini hugsað um, nú eg leggi frá mær sum prestur í starvi. Nú eri eg meira frælsur, men eg eri framvegis prestur, sigur Uni Næs, og vísir á, at ert tú eina ferð prestvígdur, so er tað onkursvegna eitt stempul, soleiðis at tú altíð ert prestur - eisini tá tú fert úr starvinum.

 Honum hevur altíð dámað væl prestayrkið, hóast tað ofta hevur kravt nógva tíð. Men júst tað at geva sær stundir til fólk, er nakað, sum Uni Næs hevur lagt stóran dent á sum prestur.

- Tú skalt geva tær tíð, tú skalt vera nærverandi og viðkomandi, og tú skalt vera til staðar, sigur Uni Næs.

Uni Næs hevur arbeitt sum sóknarprestur, seinni sum fyrsti dómpróstur í Havnar kirkju, í tilsamans 36 ár, nú hann fer frá fyri aldur.

Í morgunsendingini fortelur hann um prestastarvið, sum bleiv ein lívsstílur.

1783206

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011