Faer Isles Distillery: Dýrir dropar í Kvívík

Faer Isles Distillery: Dýrir dropar í Kvívík
Á Faer Isles Distillery bíða tey ikki bara eftir jólagávuni undir trænum, men eftir at tey kunnu kalla dýru droparnar í Kvívik fyri whisky. Tá kunnu tey í mars 2026.
19.12.2025 - 19:24

Summi gleða seg og bíða eftir at kunna opna jólagávurnar undir trænum. Men á Faer Isles Distillery gleða tey seg meira til at tey í mars, kunnu kalla dýru droparnar í Kvívik fyri whisky. Í november, verða fyrstu whiskyfløskurnar væntandi á søluhillum kring heimin. Hetta gleða teir á Faer Isles seg almikið til, sigur Dánial Hoydal, stjóri á Faer Isles Distillery. "Tað er nógv arbeiði og nógvir pengar, sum liggja í arbeiðnum at framleiða hetta whisky. So tað kann man væl siga, at vit gleða okkum," sigur hann við stórum brosi. 

Dánial Hoydal, tá bygningurin í Vestmanna var tikin í brúk

 

Løgurin liggur í tunnum í Kvívík

Whiskyløgurin liggur á tunnu í bygningum hjá FID í Kvívík. Bygningurin er bygdur eins og ein hjallur. “Eitt av upprunahugskotum okkara var, at whiskyløgurin skuldi búnast í somu umstøðum, sum okkara føroyski matur verður - í einum hjalli. Tí er bygningurin bygdur sum ein hjallur. Tað sæst uttanfyri og inni er eingin hiti. Umstøðurnar, sum whisky búnast í, hevur stóran týdning, so hetta er sjáldsamt.”

Tað eru nógv sum framleiða whisky kring heimin, so hvat er tað sum ger akkurát tykkara so serligt, spurdu vit. "Vit hugsaðu at byrja við, at Føroyar hevði verið gott stað at gjørt whisky. Í Skotlandi tosar man um at har er gott tí at veðurlagið er tað rætta - har er rætta luftvæta, rættur og javnur hiti, vindur o.s.fr. Vit hava alt tað og meira, so whisky í Føroyum kundi bara bera betri.”

 

Til sølu í november

Ætlanin er, at teirra whisky skal vera á 12 marknaðum, tá tað kemur út fyri fyrstu ferð í november. "Vit eru nú á 7, og eru í samskifti við fleiri, so tað er realistiskt." Teir selja aðrar vørur frammanundan, millum annað vodka og ginn, sum hava verið væl umtókt og hava fingið fleiri prísir. 

Faer Isles Distillery hava sent smakkiroyndir at til fakfólk innan whisky, sum lata væl at. “Tað er gott at vita, at tað vit gleða okkum at selja, eisini er gott,” sigur Dánial Hoydal

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. februar
Líkt er til at oddurin fer at tódna í 2026
204656
Mánadag 23. februar
Orðaval #32: Fyrsta føroyska barnabókin
204638
Mánadag 23. februar
Morgunlestur mánadagur 23.februar 2026
204592
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607