Eysturlund skotin langt út í framtíðina

Eysturlund skotin langt út í framtíðina
Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, harmast um niðurstøðuna hjá Kærustovninum uppá kæruna hjá Effo um avgerðina hjá Umhvørvisstovuni um Eysturlund
Modell av Eysturlund, sum Effo ætlaði at byggja í Lambahaganum.
 
20.12.2025 - 15:06

Effo sleppur ikki at byggja vindmyllulundina Eysturlund, sum felagið ætlaði at byggja í Lambahaganum.

Ta niðurstøðuna kom Elveitingareftirlitið á Umhvørvisstovuni fyri einum ári síðan ella so, og ta avgerðina hevur Kærustovnurin staðfest, nú kæran, sum Effo lat inn, er avgjørd. Kærustovnurin hevur ikki almannkunngjørt avgerðina, men partarnir í málinum, Effo og Umhvørvisstovan, hava báðir váttað at hava fingið svar frá Kærustovninum, sum gevur Elveitingareftirlitinum viðhald.

Og tað harmar Gunnar Nielsen, stjóra, í Effo, sum stóð fyri ætlanini.

- Avleiðingin er, at vindmylluætlanin Eysturlund er skotin langt út í framtíðina, sigur hann.

Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni/Elveitingareftirlitinum var í tveimum, har annar parturin snúði seg um loyvi til at seta upp vindmyllulundina og hin um at leggja elnet ella háspenningskaðal, sum tað í roynd og veru snúði seg um.

Tað er hesa avgerð, sum Kærustovnurin hevur staðfest, og tað merkir, at Effo ikki sleppur at seta eina vindmyllulund upp í Lambahaganum uttan at hon fer í alment útboð, tað  vil siga, at aðrar fyritøkur eisini sleppa at bjóða upp á hana. Hin avgerðin merkir, at Effo ikki sleppur at leggja ein kaðal úr Lambahaganum til Fuglafjarðar, tí sambært lógini sleppur eingin annar enn SEV at leggja eitt elnet ella ein háspenningskaðal.

Effo hevur fleiri ferðir víst á, at talan eftir teirra tykki ikki er um eitt net, men ta fatanina hevur myndugleikarnir ikki, og nú hevur hann fingið stuðul frá Kærustovninum.

Stutta niðurstøðan av kæruni er, at skal Effo hava eina vindmyllulund upp at standa eystan fyri Lambavík, so skal Umhvørvisstovan bjóða økið út til tað málið, sum ætlanin er at byggja. Og fær Effo loyvi, so skal streymurin førast ígjøgnum leiðingina hjá SEV, og spurningurin er so, um verkætlanin hongur fíggjarliga saman, um hon skal gerast, sum lógin krevur at hon skal gerast.

Trýst á pílin og hoyr innslagið, sum var í tíðindasendingini á middegi:

1784230

Gunnar Nielsen, stjóri í Effo    Mynd: Bjarni Rubeksen/KvF

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alla samrøðuna við Gunnar Nielsen, stjóra í Effo.

1784151

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325