Sjálvstýri vil hava ognarskatt á tóm hús

Sjálvstýri vil hava ognarskatt á tóm hús
Vit vilja lóggeva, soleiðis, at bústaðir aftur verða heim, heldur enn at bara spekulantar og múgvandi keypa hús.
 
21.12.2025 - 15:11

Bústaðarpolitikkurin skal tryggja haldførið í Føroyum. Fólk skulu hava ráð at fáa sær bústað og at stovna familju. Tað heldur Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, sum hevur uppskot um at kollvelta bústaðarmarknaðin og eisini, at ognarskattur skal setast í gildi í Føroyum.

- Hugburðurin er so øgiliga nógv broyttur. Fyrr hjálpti mann hvørjum øðrum. Tað er komið yvir tað, at tað bara eru spekulantar og tey sum eru múgvandi, sum keypa hús.

Lóggeva soleiðis, at bústaðir aftur verða heim

Runt um í landinum hava kommunurnar fingið loyvi til at leggja gjald á hús, sum standa tóm. Tað er umsitingarliga tungt. Sjálvstýri vil heldur gera eitt tiltak, sum rakar hús, ið ikki vera brúkt sum bústaður. Tað halda vit vera ognarskatt, so vit nevna tað ognarskatt.

Ognarskatturin skall leggjast á tey hús nummar 2, 3, 4, 5 og uppeftir. Kanska progressivt, alt eftir hvussu nógv hús talan er um.

Ein munur millum henda ognarskattin er, at hann skal leggjast á øll hús, sum ikki eru heim, og ikki bara tóm hús. Ein annar munur er, at tað skal vera hægri enn tænastugjaldið.

Skal hjálpa at fáa endarnar at røkka saman

Tað skal føra til tað, at fleiri klára at seta búgv og harvið fáa fleiri børn. Hetta er ein stór íløga í haldføri.

Her og nú fer tað ikki at betra um haldførið, men her og nú skal tað virka soleiðis, at fleiri fólk klára at seta búgv.

Hoyr samrøðu við Sámal Petur í Grund, formann í Sjálvstýri, niðanfyri.

1784317

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678