Jólagávur fyri á leið 6000 krónur hvør

Jólagávur fyri á leið 6000 krónur hvør
Føroyingar brúka í miðal 6000 krónur til 11-15 gávur, og meta sjálvir, at hetta er á leið tað sama sum í fjør. Kvinnur standa oftast fyri gávukeypinum hjá húskinum.
Hvat man vera í? Klæði er tað mest sannlíka, sambært spurnarkanning.
 
24.12.2025 - 11:40

 

Føroyingar meta sjálvir, at teir keypa jólagávur fyri umleið tað sama sum í fjør, og at hetta er yvirkomiligt. Hetta ber til at lesa úr tølunum í eini spyr.fo-kanning, sum Kringvarpið lat gera 22. desember. 

Fólk vórðu spurd, um tey sjálvi meta at tey brúka meir ella minni sammett við í fjør, og meginparturin helt seg brúka nakað tað sama. Ein fjórðingur helt seg brúka meira enn í fjør. 
Trettan prosent søgdu, at tey kenna nógv fíggjarligt trýst av at keypa jólagávur í ár, og 30 prosent kendu eitt sindur av trýsti. Størra helvtin av føroyingum svarar, at tey kenna einki serligt ella als onki fíggjarligt trýst orsakað av jólagávum. 

Tað má so merkja, at tað ber til at finna 5-6000 krónur í fíggjarætlanini hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi, tí hesa upphæddina brúka føroyingar í miðal til jólagávur, sambært kanningini. Tølini eru tó spjadd; ein fjórðingur brúkar millum tvey og fýra túsund krónur, ein annar fjórðingur millum 4 og 6 túsund krónur, og enn ein fjórðingur brúkar millum 6 og 10.000 krónur til jólagávur. 

 

Yvir 20 gávur? So ert tú helst kvinna

Mest vanliga tal av jólagávum lá um 11-15 gávur, men fimti hvør sigur seg keypa fleiri enn 20 gávur. Og - munur ER á kyni her. Kvinnur keypa fleiri jólagávur enn menn, var ikki óvæntaða úrslitið av kanningini. Bert trý prosent av kvinnunum keypa 1-5 jólagávur, og fjórðingurin av kvinnum keypa fleiri enn 20 gávur. Hjá monnum er meiri javnt, og 20 prosent av monnum keypa 1-5 gávur.
 Vit spurdu eisini, hvør í húsarhaldinum keypir flestu jólagávurnar, og 84 prosent av kvinnum siga "eg." Níggju prosent av kvinnum siga, at "vit býta tað javnt", men heili 18 prosent av monnunum svara, at teir halda at innkeypið er javnt býtt. 

 

Føroyskir nethandlar vinsælir

Tær flestu gávurnar eru keyptar í føroyskum handlum, men ein fittur partur er keyptur uttanlands. Nethandlar brúka fólk eisini, og tykjast at brúka føroyskar nethandlar heldur enn útlendskar. Tvífalt so nógv siga seg hava brúkt føroyskar nethandlar sum útlendskar.

Bæði kvinnur og menn siga flestøll, at tað, sum hevur størstan týdning er at gávurnar eru persónligar, men fimti hvør sigur, at prísurin er tað mest avgerandi. 

Tað eru so kanska tey, sum geva gávukort - tá spurt verður, hvat er í pakkunum, so eru klæði toppskorari, so koma leikur, og so koma gávukort. 

Meðan tjúgu prosent av kvinnum nevna heimagjørdar gávur sum nakað, tær ofta geva, siga bara fimm prosent av monnum tað sama. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808