Svimjihøllin í Runavík letur upp

Svimjihøllin í Runavík letur upp
Runavíkar kommuna skipar fyri tiltaki í dag, har fólk fáa høvi at síggja nýggju svimjihøllina. Men fólk mugu bíða til í februar, áðrenn til ber at leypa í hylin
Svimjihøllin eru partur av Bylgjuni í Runavík
Mynd: Runavíkar kommuna  
 
29.12.2025 - 11:01

Svimjihøllin í Runavík letur dyrnar upp í dag, har fólk fáa høvi at síggja svimjihøllina, sum er partur av ítróttarøkinum, Bylgjuni, í Runavík.

Tað er tó ikki neyðugt við svimjiklæðum, tí sjálvir hyljarnir verða ikki tiknir í nýtslu enn.

Í komandi vikunum lata hyjarnir stigvíst upp fyri svimjarum, sigur Urd Johannesen, mentanarsamskipari í Runavík. Sjálv væntar hon, at svimjihøllin letur upp fyri almennari svimjing 1. februar.

- Hetta er nakað, sum vit hava bíðað leingi eftir - kanska yvir 60 ár, sigur mentanarsamskiparin í kommununi.

Í svimjihøllinini eru tríggir hyljar, ein 25 metra svimjihylur við átta geilum, ein barnahylur og ein heitur hylur. Eisini hevur svimjihøllin eitt vælveruøki.

Dreymurin um at fáa eina svimjihøll í Runavík er rættiliga gamal. Fleiri býráð hava hava ætlanir um eina svimjihøll, sum nú er vorðin veruleiki.

Svimjihøllin hevur kostað til samans 170 mió. kr.

Á heysti 2022 skrivaði kommunan undir avtalu við Kanjon, sum hevur staðið fyri byggingini.

Hoyr meira í samrøðu við Urd Johannesen, mentanarsamskipara í útvarpstíðindunum:

1785348

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Týsdag 27. januar
Morgunlestur týsdagur 27.januar 2026
203265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084