Eisini fólk vera avmarkað

Eisini fólk vera avmarkað
47 navngivin fólk og 15 løgfrøðilig fólk, eindir og stovnar og skuggaflotin eru við í kunngerðini um  avmarkandi tiltøk móti Russlandi hjá Sirið Stenberg
Russarar vera lagdir undir at njósna.
 
31.12.2025 - 11:21

47 navngivin fólk og 15 løgfrøðilig fólk, eindir og stovnar og skuggaflotin eru við í kunngerðini um  avmarkandi tiltøk móti Russlandi hjá Sirið Stenberg.

Avmarkandi tiltøkini eru ásett í sambandi við destabiliserandi virksemi og tiltøk móti ávísum skipum.

ES hevur gjørt navnalistan, sum landsstýrið brúkar.

Sirið Stenberg sigur, at dagførdu avmarkandi tiltøkini umfata fólk og eindir, sum eitt nú vera mett at hava framt gerðir ella hava viðvirkað til virksemi, sum skal ávirka støðufestið hjá londum í Evropa. 

Hetta virksemi kann til dømis vera netálop, uppíblanding í fólkaræðisligar skipanir, njósnaraátøk, álop á kritiskt undirstøðukervi, ella við tveimum orðum hybridar hóttanir.

Harumframt vera fleiri skip løgd aftrat listanum við tanga- og farmaskipum í skuggaflotinanum, sum millum annað verður nýttur til at fara uttan um avmarkandi tiltøkini um prísloft á russiskari olju og gassi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. januar
Ættirnar syngja og suða
202225
Sunnudag 4. januar
Bolero - Nýggjárstónleikur
202219
Sunnudag 4. januar
Guðstænasta í Christianskirkjuni
202218
Leygardag 3. januar
TEMAPLÁTAN: Everything, The Bangles, 1988
202215
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150