3.200 krónur meira úr landskassanum fyri mista arbeiðsinntøku

3.200 krónur meira úr landskassanum fyri mista arbeiðsinntøku
Tá uppskotið um at hækka veitingina kom í løgtingið í september í fjør, segði landsstýrið, at millum 90 og 100 fólk fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku
Endurgjaldið fer úr 27.779 krónum upp í 31.000 krónur um mánaðin umframt frítíðarløn og kravda eftirlønargjaldið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.01.2026 - 09:09

Fólk, sum missa arbeiðsinntøkuna, fáa nú 3.200 krónur meira úr landskassanum.

Endurgjaldið fer úr 27.779 krónum upp í 31.000 krónur um mánaðin umframt frítíðarløn og kravda eftirlønargjaldið.

Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður latið foreldrum ella øðrum, sum mugu vera heima hjá børnum vegna sjúku ella brek, foreldrum, sum missa barn yngri enn 18 ár, ella sum fáa deyðføtt barn, avvarðandi hjá fólki undir fólkapensjónsaldri, sum vilja doyggja heima, og avvarðandi hjá fólki undir fólkapensjónsaldri, sum hava seinheilaskaða.

Tá uppskotið um at hækka veitingina kom í løgtingið í september í fjør, segði landsstýrið, at millum 90 og 100 fólk fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku.

Tað fer tí at kosta landinum eina til tvær milliónir um árið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011