Trump hóttir við at søkja at Kolumbia

Trump hóttir við at søkja at Kolumbia
Ein sjúkur maður stýrir Kolumbia, ið dámar væl at framleiða kokain og selja tað til USA, sigur amerikanski forsetin.
Amerikanski forsetin hóttir nú við at leypa á Kolumbia.
Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.01.2026 - 15:22

Amerikanski forsetin hóttir nú við at søkja at suðuramerikanska landinum Kolumbia. 

Tað gjørdi Donald Trump í nátt, okkara tíð. 

- Tað ljóðar væl í mínum oyrum, svaraði forsetin, tá tíðindafólk umborð á Air Force One spurdu hann, um USA fer at leypa á Kolumbia

- Kolumbia er eitt sjúkt land, sum er stýrt av einum sjúkum manni, ið dámar væl at framleiða kokain og selja tað til USA.  Tað fer hann ikki at gera leingi aftrat, segði Trump.

 

Gustavo Petro er forseti í Kolumbia. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Hann sipaði til forsetan í Kolumbia, Gustavo Petro, sum Trump fyrr hevur ákært fyri at framleiða rúsevni.

Kolumbiski forsetin, Gustavo Petro, vísir aftur ákærum og hóttanunum frá amerikanska forsetanum.

Sambært bretska miðlinum, The Guardian, skrivar Petro á miðlinum X, at einki rættarmál er móti sær, og hann heitir á Trump um at gevast við at spilla seg út.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541