Fráboðan um samhugaverkfall var óheimilað stríðsstig

Fráboðan um samhugaverkfall var óheimilað stríðsstig
Fasti gerðarrættur hevur givið arbeiðsgevarafelagnum viðhald
Frá arbeiðaraverkfallinum í 2024, sum endaði 9. juni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.01.2026 - 08:56

Hóast einki verkfall var, er fráboðanin um verkfallið óheimilað stríðsstig.

Tað sigur Fasti gerðarrættur.

Tá arbeiðarafeløgini vóru í verkfalli í 2024, boðaði Starvsfelagið frá, at limir felagsins í Føroya Tele, hjá Vága floghavn og á Posta fóru í samhugaverkfall.

Tað skuldi vera 11. juni. 

Men samhugaverkfallið var av ongum, tí verkfallið hjá arbeiðsfólki endaði 9. juni.

Føroya arbeiðsgevarafelag vildi fáa Fasta gerðarrætt at áleggja Starvsfelagnum at viðurkenna, at fráboðaða samhugaverkfallið var brot á friðarskylduna og tí óheimilað stríðsstig.

Starvsfelagið var ikki við í samráðingunum, segði Arbeiðsgevarafelagið.

Fasti gerðarrættur sigur, at talan var um óheimilað stríðsstig.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928