Plátupanelið ellivu ferðir á skrá í 2025

Plátupanelið ellivu ferðir á skrá í 2025
​​​​​​​11 ferðir - eisini nýggjársaftan - tørnaði Plátupanelið út beinleiðis í útvarpinum leygardagar í 2025. 13 ymisk tónleikakøn og tveir vertir hava viðgjørt alskyns evnir
 
08.01.2026 - 21:47

Leygardagin 1. oktober 2022, klokkan 14, bleiv fyrstu ferð skrúvað upp fyri Plátupanelinum í útvarpinum.

Hugskotið um at hava eina beinleiðis leygardagssending við plátunørdaríi hevði spøkt í sendingini LEITISSTEIN frammanundan, har eitt panel mannað við Knút Háberg Eysturstein, Fróða Løkságarð og Eileri Sørensen í fimm umførum hevði verið savnað.

Breið semja var um, at hugskotið var upplagt til eina sending í sær sjálvum, og soleiðis bleiv.

 

Einfalt konsept

Plátupanelið verður beinleiðis úr Studio 4 í Sortudíki í Havn fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hjá útvarpinum. 

Manningin er skiftandi, og tað er verturin til tíði reisini.

Konseptið er einfalt: Í tveir tímar skiftast limirnir í panelinum um at velja plátur, sum teir halda vera góðar, og sum liggja innanfyri eitt ávíst evni, ið er avtalað frammanundan. 

Tónleikaár eru ofta á skránni, men í 2025 vóru eisini onnur spennandi evnir, eitt nú tónlistarliga sterkar plátur við serstakliga sterkum byrjanarløgum, heitisløgum og endaløgum.  

 

Fimm debutantar

13 ymisk tónleikakøn fólk hava mannað Plátupanelið í 2025, og tveir ymiskir vertir hava verið, Uni Leitisstein Hansen og Dania O. Tausen. Hendan seinna var vertur fyri afturvendandi kvinnupanelinum í sambandi við altjóða kvinnudagin 4. mars. 

Hesi hava lagt samanlagt 170 plátur undir nálina. 

Fróði Løkságarð, ið er ein av uppruna limunum í Plátupanelinum, sat í panelinum sjey ferðir í 2025, Ári Rouch var við seks ferðir, meðan Guðrið Hansdóttir, Hergeir Eldevig, Eiler Sørensen og Heiðrikur á Heygum hava sitið í panelinum tríggjar ferðir hvør.

Knút Háberg Eysturstein var tvær ferðir við, meðan Urd Johannesen og Unn Paturson vóru við ta einum ferðina hetta farna árið. 

Fýra fólk fingu sína debut í Plátupanelinum í 2025. Tey vóru Esther á Fjallinum, Jasmin Mote, Marianna Nagata og Regin Toftegaard

 
Plátupanelið #25
1990

4. jan. 2025

 

Fróði Løkságarð
Hergeir Eldevig
Knút H. Eysturstein

Uni L. Hansen, vertur

 
Plátupanelið #26
1985

1. feb. 2025

 

Knút H. Eysturstein
Fróði Løkságarð
Ári Rouch

Uni L. Hansen, vertur

 
Plátupanelið #27
Kvinnupanelið

1. mars 2025

 

Jasmin Mote
Guðrið Hansdóttir
Marianna Nagata

Dania O. Tausen, vertur


Plátupanelið #28
1995

5. apríl  2025

 

Fróði Løkságarð 
Ári Rouch
Eiler Sørensen

Uni L. Hansen, vertur


Plátupanelið #29
Endaløg

3. mai 2025

 

Fróði Løkságarð
Guðrið Hansdóttir
Heiðrikur á Heygum

Uni L. Hansen, vertur


Plátupanelið #30
2005

7. juni 2025

 

Heiðrikur á Heygum
Guðrið Hansdóttir
Ári Rouch

Uni L. Hansen, vertur


Plátupanelið #31
Byrjanarløg

6. september 2025

 

Ári Rouch
Eiler Sørensen
Fróði Løkságarð 

Uni L. Hansen, vertur


Plátupanelið #32
2006

4. oktober 2025

 

Ári Rouch
Hergeir Eldevig
Fróði Løkságarð

Uni L. Hansen, vertur


Plátupanelið #33
Heitisløg

1. november 2025

 

Eiler Sørensen
Fróði Løkságarð
Urd Johannesen 

Uni L. Hansen, vertur

 
Plátupanelið #34
1980

6. desember 2025

 

Unn Paturson 
Heiðrikur á Heygum
Esther á Fjallinum

Uni L. Hansen, vertur

 
Plátupanelið #35
Árið, ið fer 2025

31. desember 2025

 

Ári Rouch
Hergeir Eldevig
Regin Toftegaard

Uni L. Hansen, vertur

 

 

1991 ársins fyrsta evni

Plátupanelið er longu farið til verka í 2025, tí tað vildi soleiðis til, at fyrst leygardagurin í januar var longu 2. januar. 

Evnið í ársins fyrsta Plátupaneli var tónleikaárið 1991, ið verður mett sum eitt hitt sterkasta - kanska tað sterkasta - í søguni. 

Í ársins fyrsta paneli var eisini ein debutantur við, og tað var Ólavur Eyðunsson Gaard, ið er tónleikari og tónleikalærari. 

 

Hvat: Plátupanelið
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fyrsta leygardag í mánaðinum kl. 14, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

1786173

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429