Jarðfeingi mælir til fleiri royndarboringar við Skarvanes

Jarðfeingi mælir til fleiri royndarboringar við Skarvanes
Økið má kannast nærri, tí sambært linjuføringini fer tunnilin gjøgnum sama øki tríggjar ferðir, og tí er stór óvissa um jarðfrøðina
Nýggj jarðfrøðilig kanning varpar ljós nýtt ljós á økið við Skarvanes, sum Jarðfeingi vil hava nærri kannað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.01.2026 - 13:19

Jarðfeingi staðfestir "stóra tektoniska fold í jarðfrøðini út fyri Skarvanesi," og mælir tí til fleiri royndarboringar 

Beint fyri jól var 1. viðgerð  av uppskotinum til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum á skránni í løgtinginum.

Tá segði løgmaður á tingsins røðarapalli, at ongar reyður lampur lýsa í samband við váðan at bora úr Djúpadali til Sandvíkar.

Men í nýggju jarðfrøðiligu frágreiðingini um Suðuroyartunnilin, sum nú er løgd fram, varpar Jarðfeingi nýtt ljós á økið kring Skarvanes, har ætlaða tunnilsleiðin 1A skal vera.

 

 

Størri óvissa

Frágreiðingin staðfestir nevniliga eina stóra asymmetriska fold/ein faldur, sum liggur í tí økinum.

Jarðfeingi sigur í niðurstøðuni, at økið má kannast nærri, tí tunnilin, sambært linjuføringini 1A, fer gjøgnum hetta økið tríggjar ferðir, og tí er størri óvissa um jarðfrøðina, enn áður hildið.

Jarðfeingi sigur beinleiðis, at økið má kannast nærri, og mælir til, at gjørdar verða fýra nýggjar boringar.

Harvið er grundarlagið at velja leiðina úr Djúpadali ikki nóg fullfíggjað enn, og sum Jarðfeingi mælir til at kanna nærri. 

Hoyr meira her:

 

08012025_Skarvanes



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974