Stevningin steðgandi virknað - einki umval í Runavík

Stevningin steðgandi virknað - einki umval í Runavík
Dómarin hevur júst kunngjørt úrskurðin í rættinum
Frá kommunuvalinum í Runavík í 2024. Nú er greitt, at einki umval verður í Runavík týdagin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.01.2026 - 14:07

Einki umval verður í Runavík týsdagin.

Tað er greitt, nú dómarin fyri løtu síðani hevur boðað frá úrskurði um, at sakarmálið, sum fimm býráðslimir í Runavíkar kommunu hava reist móti fíggjarmálaráðnum, skal fáa steðgandi virknað. 

Teir fimm býráðslimirnir í Runavík, teirra millum borgarstjórin og varaborgarstjórin, hava stevnt Fíggjarmálaráðnum, sum nú umsitur kommunumál.

 

Tóri Højgaard í samrøðu við Kringvarpið beiint eftir, at úrskurðurin var sagdur. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Býráðslimirnir vildu hava avgerðina hjá táverandi Løgmálaráðnum - um at ógilda kommunuvalið og lýsa umval - strikaða.

Rætturin hevur gjørt úrskurð um, at stevningin hjá býráðslimunum skal hava steðgandi virknað, og tí verður einki umval. 

Hoyr samrøðu við Tóra Højgaard, varaborgarstjóra, her:

 

Tori_Hojgaard_090126

 

Fýra av býráðslimunum, sum stevndu Fíggjarmálaráðnum, uttan fyri Føroya rætt, eftir at úrskurðurin var sagdur. Frá vinstru: Petur Hansen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir og Jóhan Vest. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Petur Hansen er eisini millum teir fimm býráðslimirnar, sum stevndu Fíggjarmálaráðnum. Hann var valdur á lsta C á kommunuvalinum í 2024.

Hoyr samrøðu við Petur Hansen:

 

Petur_Hansen_090126

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928