Føroyar mistu tamarhaldið síðsta korterið

bannari
Føroyar mistu tamarhaldið síðsta korterið
Føroysku hondbóltsmenninir vóru klárt á odda stóran part av dystinum, men endaðu við at tapa tepurt fyri Italia, tá teir mistu tamarhaldið síðsta stóra korterið
Pauli Jacobsen stóð væl fyri steðgin í tapinum fyri Italia fyri steðgin
Mynd: Andrei Antal/HSF  
 
10.01.2026 - 09:45

Føroyar taptu tepurt í fyrra venjingardystinum ímóti Italia við Tjarnir í fríggjakvøldið.

Heimaliðið byrjaði dystin væl, og av beinkinum sá skaddi Elias Ellefsen á Skipagøtu bakketuna við Óla Mittún á odda standa seg væl ímóti offensivu 3-3 verjuni hjá italiumonnum.

Í málinum stóð Pauli Jacoben væl, og Føroyar fóru til hálvleiks frammanfyri 19-17.

Eftir steðgin gekk eisini væl fyrsta korterið, og føroysku menninir vunnu sær eina leiðslu upp á seks eitt skifti, men síðsta korterið gekk illa.

Føroyingarnir høvdu verri við at spæla seg ígjøgnum verjuna, meðan Dominico Ebner brádliga fór at bjarga. Eitt sindur av fjáltri kom á, og nakrir tekniskir feilir sóust í álopsspælinum, sum annars hevði verið ruddiligt.

Síðstu minuttirnar fór Italia tískil framum og vann 36-34. Hetta er fyrsta tapið hjá hondbóltsmonnunum við Tjarnir, men longu sunnudagin hittast liðini aftur.

Tann dysturin byrjar klokkan 17, og Kringvarpið vísir hann í sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306