Havnar Kirkja fyllir 225 ár sunnudagin

Havnar Kirkja fyllir 225 ár sunnudagin
Dagurin verður hildin við gudstænastu, har bispur, dómpróstur og prestarnir í dómkirkjuni verða við
Hóast gomul, sæst aldur ikki á henni
Mynd: folkakirkjan.fo

11.12.2013 - 14:34

Sambært heimasíðuni fólkakirkjan.fo er Tórshavn gamal kirkjustaður. Hvussu gamal er ikki greitt. Nøkur søgufróð halda, at fyrsta kirkjan er tann, ið bygd var í 1610, og at kirkjan í Kirkjubø undan henni hevði verið sóknarkirkja. Tað er valla hugsandi.

Havnin er eldri kirkjustaður enn so. Hon er fyrndargamal tingstaður og rættiliga tíðliga er hon handils- og hernaðarstaður. At slíkum stovnum var ein kirkja knýtt.

Her kanst tú lesa meira <a href="http://www.folkakirkjan.fo/Default.aspx?pageid=20449&NewsItemID=1754... Havnar Kirkju

Bæði í fyrikristnari og eftirkristnari tíð høvdu tinghaldini eitt sakralt grundarlag, t.e. samband við gudsdyrkan, og var tessvegna ein halgistaður nátúrligur. Í fyrikristnari tíð eitt hov, vígt gudinum Tóri - harav navnið Tórshavn – í eftirkristnari ein kirkja.

Í nógvum bygdum eru kirkjur bygdar aftur á somu grund, øld eftir øld, men í nýggjari tíð bygdar á øðrum staði, eins og nýggjar kirkjubygdir eru komnar aftrat. Eisini kirkjan í Havn varð flutt.

Kirkjan, ið bygd var í 1610, stóð úti á Reyni, og var har til 1788. Hetta árið varð nýggj kirkja bygd norðan fyri býin, ið tá var, og her stendur Havnar Kirkja enn. Heldur trongligt man hava verið úti á Reyni.

foto: folkakirkjan.fo

Eftir gudstænastuna verður boðið til drekkamunn, skrivar folkakirkjan.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558