Breddin: Eftir fundin í Washington um Grønland

Breddin: Eftir fundin í Washington um Grønland
Var hetta ein diplomatiskur sigur, har Danmark og Grønland gjørdu USA greitt, hvar markið gongur? Og hvussu sær framtíðin hjá Grønlandi út, verður spurt í sendingini
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, og Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum í Grønlandi, á tíðindafundi uttan fyri donsku sendistovuna í Washington.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.01.2026 - 08:59

Í gjár var søguligur fundur í Washington millum Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra, og Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum í Grønlandi, við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, og varaforsetan, J.D. Vance.

Eftir fundin var tosað um, at fundurin hevði verið positivur, men at tað enn er ein grundleggjandi ósemja um Grønland. Ein arbeiðsbólkur skal setast, og samrøðan millum partarnar skal halda fram.

Men hvat kom veruliga burtur úr fundinum?

Var hetta ein diplomatiskur sigur, har Danmark og Grønland gjørdu USA greitt, hvar markið gongur?

Ella var fundurin eitt stig í einum longri amerikanskum trýsti, har Grønland verður sett í miðdepilin í einum trygdarpolitiskum stórspæli?

Og tá USA framvegis tosar um Kina og Russland sum grundgeving - hóast Danmark og Grønland vísa hesum aftur - hvør eigur so dagskránna eftir fundin í Washington?

Og hvussu sær framtíðin út hjá Grønlandi eftir fundin?  

Tað spyrja vit um í sendingini í dag.

Breddin klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911