Mentanarviðmæli: Oslo er ein spennandi mentanarbýur

Mentanarviðmæli: Oslo er ein spennandi mentanarbýur
Tað heldur norska Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, sum her viðmælir mentanarligar upplivingar í norska høvuðsstaðnum
Mynd: wikimedia.com  
 
15.01.2026 - 10:49

Fleiri túsund føroyingar fara til Oslo at stuðla og koyra á okkara manshondbóltslandslið.

Men norski høvuðsstaðurin er eisini ein áhugaverdur mentanarbýur við heimskendum søvnum og ríkum møguleikum at uppliva list og mentan.

Nógv kenna til stórsligna operahúsið við havnamóti, Vigelandsparkina og nýggja Munch savnið, men Oslo hevur eisini ymsar spennandi býarpartar, sjónleikarhús, óteljandi matstovur og kaffistovur, uttandura hyljar við baðstovum og so er stutt til gongutúrar í náttúruni.

 

Gunn úr Moss

Norska Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, er uppvaksin í Moss sunnanfyri Oslo, og fer nú til høvuðsstaðin í sínum heimlandi at koyra á føroyska manshondbóltslandsliðið.

Vit hava biðið hana um at viðmæla mentanarligar upplivingar í Oslo til tey, ið hava hug og tíð til tað millum hondbóltsdystirnar. Eisini fært tú íblástur á visitoslo.com 

 

1788484

 

 

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360