Arnes Minde stendur nú í 27 milliónum

Arnes Minde stendur nú í 27 milliónum
Umvælingin er vorðin nógv dýrari enn væntað, tí húsini vóru í so ringum standi. Kirkjuráðið stendur einsamalt eftir við rokningini
Umbyggingin av Arnes Minde til kirkjustovu gjørdist nógv dýrari enn væntað.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
15.01.2026 - 12:19

Tað skuldi kosta umleið 12 milliónir krónur at umvæla gomlu húsini á vegamótinum Kirkjuvegur-Bringsnagøta í Havn til kirkjustovu, men útreiðslurnar at gera húsini í stand krupu uppeftir, og komu upp í slakar 22 milliónir við ráðgeving.

Kirkjuráðið keypti gomlu býráðshúsini frá kommununi fyri 3,5 milliónir í 2015. Tilsamans er rokningin við meirvirðisgjaldi nú komin upp í 27 millliónir. Tað vísa skjøl, sum kringvarpið hevur fingið innlit í.

Men kirkjuráðið við Havnar kirkju hevur fingið eitt gott hús, heldur forkvinnan í kirkjuráðnum, Kristianna Winther Poulsen.

Kirkjustovan verður nógv brúkt til kaffi eftir gudstænastur, vøggusang og annað, upplýsir forkvinnan. 

Ætlanin er eisini, at kirkjukontórið skal flyta inn, eins og prestarnir nú hava skrivstovur í Arnes Minde.

 

Í nógv verri standi

Upprunaliga tilboðið at umvæla húsini var slakar 12 mill.kr. Við eyka arbeiðum kostnaði umvælingin um 15 mill.kr.

Men tá handverkarar fóru at umvæla húsini, og alt varð tikið innan úr, komu teir eftir, at húsini vóru í nógv verri standi enn roknað varð, tá tey vórðu keypt. 

Neyðugt var við nýggjum betonggólvi í kjallaranum. Grótveggirnir máttu takast niður, tí grundin stóð á eyri. Fýrur var eisini í undirsløgum. Haraftrat varð neyðugt at skifta alla yvirtromina. Skjøl vísa, at hesi óvæntaðu arbeiðini komu upp í fimm milliónir.

Av tí at húsini vóru í verri standi enn upprunaliga hildið, og kostaðu meira at endurgera, søkti kirkjuráðið í 2024 Tórshavnatr kommunu um 3,7 milliónir í ískoyti til óvæntaðu eykaarbeiðini.

 

Fáa ongan stuðul

Eftir fundir millum kommununa og bygginevndina hjá kirkjuráðnum - og fundir í býráðsnevndum -  mæltu kommunustjórin, trivnaðarstjórin og mentanarleiðarin til at vísa umsóknina um stuðul frá sær vegna vantandi heimild í galdandi lóggávu og byggisamtykt.

Mentamálanevnd býráðsins samtykti tí í desember ikki at veita stuðul. Tað merkir, at kirkjuráðið skal rinda allar 27 milliónirnar, sum er fíggjaðar við kirkjuskatti.

Forkvinnan í kirkjuráðnum, Kristianna Winther Poulsen, hevur onga viðmerking til málið nú. Men hon fer at taka málið upp á komandi fundi í kirkjuráðnum. Tað skilst, at ráðið er ikki nøgt við samtyktina hjá mentamálanevndini.
 


   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852