Innflutningurin vaks 700 milliónir

Innflutningurin vaks 700 milliónir
Føroyar innfluttu fyri næstan 11 milliardir krónur frá desember 2024 til november 2025
Innflutningur av matvørum vaks næstan 137 milliónir krónur, 5,6 prosent.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.01.2026 - 08:44

Innflutningurin var eins og útflutningurin størri frá desember 2024 til november 2025 enn frá desember 2023 til november 2024.

Men hann vaks ikki so nógv sum útflutningurin.

Vøksturin var 700 milliónir krónur, 6,8 prosent.

Føroyar innfluttu fyri næstan 11 milliardir krónur frá desember 2024 til november 2025, skrivar Hagstovan. 

Innflutningur av matvørum vaks næstan 137 milliónir krónur, 5,6 prosent.

Oljuprísurin er lækkaður nakað. Brennievni fóru 3,8 prosent niður.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714