Bryggjukanturin á Syðradali má leingjast

Bryggjukanturin á Syðradali má leingjast
Tað ber ikki til hjá Teistanum at sigla millum Klaksvík og Syðradal undir verandi umstøðum. Bryggjukanturin skal leingjast, men nær tað verður gjørt, ber ikki til at siga
Tað er bryggjukanturin aftanfyri Teistan, sum skal leingjast einar 60-70 metrar, fyri at skipið kann liggja trygtr fyri at Teistin skal kunna
 
23.01.2026 - 13:31

- Royndarsiglingin, og váðametingarnar, sum vórðu gjørdar frá oktober í fjør, vístu, at tað ber ikki at brúka Teistan at sigla á Kalsoyarleiðini undir verandi umstøðum. Bryggjukanturin má leingjast við 60 til 70 metrum og fyrr enn tað er gjørt, verður Teistin ikki settur í sigling á Kalsoyarleiðini.

Tað sigur Dánjal Samuelsen, virkandi stjóri á Strandfaraskipum Landsins, tá vit spyrja hann, hvussu verður við Teistanum sum Kalsoyarskip.

Ætlanin var at seta Teistan í sigling á Kalsoyarleiðini, men áðrenn tað kundi gerast, mátti rampan skiftast, tí gamla rampan var ov lítil til eina so stóra ferju sum Teistin er. Tað arbeiðið varð gjørt síðsta summar, men tá royndir vórðu gjørdar við Teistanum frá oktober og nakað fram, var niðurstøðan, at tað var ikki nóg trygt hjá skipinum at sigla, serliga tá tað var ringt í sjónum, sum tað er við jøvnum millumbilum, millum annað, tí tað rekur hart í økinum og so sjálvandi tá tað er vanliga óslætt.

Tí er leiðslan í Strandfaraskipum Landsins komin til ta niðurstøðu, at bryggjan má leingjast. Tað skal hon so kortini, tá nýggja kalsoyarferjan einaferð kemur, men skal Teistin setast inn, og tað er ynskið, so má arbeiðið gerast nú.

Hetta er ikki ein uppgáva, sum Strandfaraskip Landsins taka sær av og Dánjal Samuelsen, virkandi stjóri, hevur tí biðið Landsverk seta gongd á tað arbeiðið.

Nær arbeiðið verður gjørt og hvat tað kostar, veit Dánjal Samuelsen ikki, og tí ber heldur ikki til hjá honum at siga nakað um, nær Teistin verður settur í sigling.

Trýst á pílin niðanfyri fyri at hoyra alt innslagið, sum var í tíðindunum á middegi.

1790219

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650