Vilja varðveita læknaviðtaluna á Strondum

Vilja varðveita læknaviðtaluna á Strondum
Tey, sum hava skrivað undir áheitanina, siga, at samstarvsavtalan millum kommunurnar við Skálafjørðin hevur ikki borið á mál
Ásbjørg á Hálvmørk handar borgarstjóranum, Hans Anders Jacobsen, undirskriftirnar.
Mynd: Sjóvar kommuna  
 
30.01.2026 - 08:33

Sjóvar kommuna fekk í gjár 545 undirskriftir frá fólki á vestara armi á Skálafjørðinum. 

Tey vilja varðveita læknaviðtaluna á Strondum.

Tey heita staðiliga á kommunustýrini við Skálafjørðin um at varðveita tvær læknaviðtalur í Heilsumiðstøðini á Strondum.

Tey siga, at samstarvsavtalan millum Sjóvar kommunu, Nes kommunu og Runavíkar kommunu frá 2014 um at hýsa øllum viðtalum í læknadøminum í Heilsumiðstøðini í Runavík, hevur ikki borið á mál.

Tað eiga kommunustýrini at viðurkenna og taka til eftirtektar, siga tey.

Við verandi skipan við tveimum læknum í viðtaluhølunum á Strondum eru loksins útlit fyri, at vit kunnu fáa virðilig og støðug læknaviðurskifti, siga tey.

Borgarstjórin tók móti undirskriftunum og lovaði at bera áheitanina víðari til kommunustýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358