Landsstýriskvinnan: Mugu tryggja fólki bústaðir og at lækka prísin

Landsstýriskvinnan: Mugu tryggja fólki bústaðir og at lækka prísin
Margit Stórá svarar Arbeiðsgevarafelagnum, sum sigur, at almenn átøk minka áhugan hjá privatum at fara undir byggiverkætlanir
Arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at almannagagnlig bústaðarfeløg ikki bara koma væl við hjá teimum, sum hava tørv á tí.
 
05.02.2026 - 13:16

- Vit hava ábyrgd sum samfelag, og vit mugu tryggja, at fólk fáa bústaðir og royna at lækka prísirnar.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, eftir at Arbeiðsgevarafelagið í gjár mælti frá at seta tiltøk í verk, sum sambært teimum, minka um hugin at gera privatar byggiverkætlanir.

 


Niels Winther.

 


Margit Stórá. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Margit Stórá, sum umsitur bústaðarmál í landsstýrinum,  heldur hinvegin, at tað er neyðugt at gera onnur átøk frá almennari síðu enn tey, sum Arbeiðsgevarafelagið vísir á.

Arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at sonevnd almannagagnlig bústaðarfeløg ikki bara koma væl við hjá teimum, sum hava tørv á tí.

Men tað er neyðugt, at landið setur tiltøk í verk,  fyri at nøkta bústaðartørvin, heldur Margit Stórá.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05022026_Margit_og_bustadir

 

Sí eisini: Arbeiðsgevarar: Almenn átøk minka áhugan fyri privatari bústaðarbygging


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911