Óttast fyri at lønargjógvin heldur fram at vaksa

Óttast fyri at lønargjógvin heldur fram at vaksa
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, heldur fast við, at tað skal samráðast í krónum og oyrum, tí annars er vandi fyri, at lønargjógvin heldur fram at vaksa
06.02.2026 - 19:41

Lønarkarm ella ei. Heilsuhjálparafelagið heldur fast við, at samráðast skal í krónum, heldur enn prosentum, sum løgmaður lovaði í ólavssøkurøðu síni, hóast 12 fakfeløg nú hava bundið seg til ein felags lønarkarm á almenna arbeiðsmarknaðinum, men har Heilsuhjálparafelagið stendur uttanfyri. 

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, heldur, at verður tað framhaldandi samráðst í prosentum, so fáa tey hægst løntu mest – og so heldur lønargjógvin fram at vaksa. 

Forkvinnan fílist á, at politiska skipanin ger ikki tað, sum tað prædikar, tí í ólavsøkurøðu síni segði løgmaður, at lønargjógvin millum há- og láglønt veksur, og tað fer hon at gera, so leingi sum lønarhækkingarnar verða latnar í prosentum.

- Tann leisturin gevur jú okkum við góðari løn lutfalsliga fleiri krónur hvønn mánað. Tí er útgangsstøðið hjá landsstýrinum at broyta samráðingarleistin til lønarsamráðingarnar í heyst. At vit í størri mun samráðast um krónur heldur enn um prosent, segði Aksel V. Johannesen í løgmansrøðuni.

Mary Antonsdóttir heldur, at verða sáttmálasamráðingar framhaldandi í prosentum - og við einum lønarkarmi, sum í útgangsstøðinum er 3,87 prosent í lønarvøkstri, so merkir tað heilt ítøkiliga, at Heilsuhjálparafelagið fer at krevja meira enn tey 3,87 prosentini, soleiðis at lønin hjá heilsuhjálparunum kann fylgja við hinum lønunum, sigur forkvinnan.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590