Oljugoymsla í Klaksvík fingið umhvørvisgóðkenning

Oljugoymsla í Klaksvík fingið umhvørvisgóðkenning
Bensintangin hjá Magni við Grótrætt verður tikin niður, og fýra nýggir tangar verða settir upp
Savnsmynd
 
10.02.2026 - 08:07

Oljugoymslan hjá Magni við Grótrætt í Klaksvík hevur fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni.

Útbyggingin umfatar ein verandi bensintanga, sum tekur 500 rúmmetrar.

Hann verður tikin niður, og fýra nýggir tangar verða settir upp, tveir bensintangar, sum hvør tekur 750 rúmmetrar, og tveir gassoljutangar, sum hvør tekur 3.000 rúmmetrar.

Eftir útbyggingina er mesta loyvda goymslan 11.500 rúmmetrar.

Umhvørvisstovan metir, at størsti umhvørvisligi vandin er leki ella óhapp, sum kann elva til dálking.

Harumframt eru útlát og óljóð frá skipum, pumpum og tangabilum týðandi viðurskifti.

Tí eru treytir um tangagarðar, oljutætt øki, ávaringarskipanir, trygga handfaring, reinsing av spillvatni í oljuskiljara við sjálvvirkandi afturlating, umframt mannagongdir um eftirlit, viðlíkahald og tilbúgving.

Avgerðin um umhvørvisgóðkenning kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. 

Umhvørvisgóðkenningin sæst her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129