Leita eftir hølum til Rúsuna í Klaksvík

Leita eftir hølum til Rúsuna í Klaksvík
Freistin at koma við tilboði um leigumál er 5. mars
Leigumálið hjá Rúsuni í Klaksvík er uppsagt. (Savnsmynd)
 
12.02.2026 - 08:07

Rúsan í Klaksvík skal flyta.

Leigumálið hjá Rúsuni í Klaksvík er uppsagt. 

Hon leitar tí eftir nýggjum hølum. Og tey skulu finnast sum skjótast.

Landsverk hevur biðið um tilboð nær miðstaðarøkinum.

Støddin skal vera 300 til 350 fermetrar. 

Freistin at koma við tilboði um leigumál er 5. mars.

Norðlýsið skrivar, at Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum eigur bygningin, har Rúsan í Klaksvík er nú, ætlar at brúka hølini til virksemi, sum tey hava.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923