Breddin: Útlendingar í Føroyum

Breddin: Útlendingar í Føroyum
Summi halda, at útlendingalógin skal herðast, onnur halda, at lógin skal gerast smidligari, og uppaftur onnur halda bæði í senn. Breddin varpar ljós á málið í dag
Snarskipanin hevur eisini gjørt tað smidligari at koma inn á føroyska arbeiðsmarknaðin. (Savnsmynd)
 
12.02.2026 - 09:16

Nógv kjak hevur verið um tilflytarar seinastu tíðina.

Tað kyknaði av álvara, tá tað frættist, at ætlanir vóru um at skipa ein muslimskan depil í Føroyum. 

Men eisini snarskipanin, sum hevur gjørt tað smidligari at koma inn á føroyska arbeiðsmarknaðin, hevur verið á breddanum, og fleiri finnast verandi lóggávu - útlendingalógini - sum er frá 2001. 

Summi halda, at lógin skal herðast, onnur halda, at lógin skal gerast smidligari, og uppaftur onnur halda bæði í senn. 

 

Royndirnar í Danmark

Í vikuni vóru danskir javnaðarmenn í Havn og Klaksvík og greiddu frá donsku royndunum við tilflyting. Teir ávaraðu ímóti at gera eins og Danmark og loyva ov nógvum inn uttan at seta stór krøv. Tilmælið var at finna eina breiða semju, um hvussu hetta økið skal skipast. 

Í sendingini í dag hyggja vit nærri at kjakinum, sum hevur verið, og vit lodda dýpið um hugburðin í politisku skipanini.

Tríggir limir í løgtingsins rættarnevnd - Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum, og Kristianna Winther Poulsen í Javnaðarflokkinum - vera í útvarpsstovuni.

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329